Nóllywood aftur á skrá



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

07.06.2018 - 07:29

Mentan > List > Filmslist

Aftur í ár skipar Klippfisk fyri filmssummarskúlanum Nóllywood. 

Í ár verða umstøðurnar heilt serligar, tí nú vendir Nóllywood aftur til røturnar. Filmsskúlin verður nevniliga í Nólsoy.

Nóllywood er eitt filmsskeið fyri ung millum 14 og 18 ár, sum í ár verður hildið fyri níggjundu ferð. Luttakararnir búgva og arbeiða saman í eina heila viku, har tey fáa innlit í ástøði í filmsgerð og fáa møguleikan at gera filmar í felag. Sterk vinarbond verða knýtt hesa vikuna og luttakararnir læra eina rúgvu.

Nóllywood verður frá 1.-8. juli 2018, og tað er avmarkað pláss. Kostnaður fyri luttøku er kr. 1800, og har er alt íroknað: matur, uppihald, undirvísing o.a. Tilmeldingarfreistin er 11. juni 2018. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost við navni, føðingardegi, teldupostadressu og tlfnr. til klippfisk@klippfisk.fo.