Nólsoy: Tað var ein pansaragranat

Snorri Brend

22.09.2014 - 16:21

Tíðindi > Nólsoy

Tey gjørdu helst stór eygu, tá tey herfyri funnu ein granat-líknandi lut í einum eldri sethúsum í Nólsoy.

Í kjallaranum funnu tey ein so mikið serstakan lut, at hann síðani varð latin Arktisk Kommando Forbindelseselement Færøerne so at ein her kundi fyribeina henda lutin.

Eftir nærri kanning av lutinum kann ein nú staðfesta, at talan er um eina pansara-granat frá einum av stóru kanónunum á Skansanum í Havn.



KRÍGSSAVN
Vanlig mannagongd í slíkum føri er, at roynt verður at kloyva hana, og síðani verða restirnar av krútinum ella spreingiknøttinum burturbeind.

Tað serstaka við hesi granatini er, at hon verður mett at hava eitt søguligt virði, og er hon tí vorðin kannað av serfrøðingum í Danmark og Onglandi.

Teirra uppgáva var at kanna, um granatin kundi gerast óskaðilig, uttan at hon misti snið og skap sítt. Og tað bar til.

Granatin er síðani gjørd óskaðilig á serstakan hátt, og verður hereftir latin føroyingum í varðveitslu.

- Hon verður nú, í orginalum líki latin Krígssavninum í Vágum, upplýsir 
Kommandørkaptajn Per Højgaard-Jensen, leiðari fyri Forbindelseselement Færøerne.

Les eisini: Mortaragranat í Djúpahyli?