Ali Sonko úr Gambia byrjaði sum uppvaskari hjá Noma, tá matstovan lat upp í 2003. Í dag eigur hann í matstovuni (Mynd: EPA)

Noma letur upp aftur í februar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

10.11.2017 - 17:08

Mentan > Vinna & Tøkni > Handil- og tænastuvinna

Danska matstovan, sum fleiri ferðir er kosin heimsins besta matstova opnar dyrnar aftur í februar 2018.

Tað verður tó dýrari at seta seg til borðs tá Noma, sum misti tvær Michelin-stjørnur av tí at matstovan lat aftur, aftur fer at forkela kundarnar. Ein matskrá fer framyvir at kosta 2250 kr. heldur enn tær 2000 kr tað hevur kostað, skrivar finans.dk.

Grundgevingin fyri økta prísin á matskránni er, at matstovan vil økja um lívsgóðskuna hjá teirra starvsfólki, bæði í og uttanfyri arbeiðstíð.

Nýggja matstovan verður á Refshaleøen í Keypmannahavn.