Sutton United leikararnir verða tilbidnir av garrvillum heimafjepparum (Mynd: BBC)

Non League liðini kunnu seta FA Cup met um vikuskiftið

Niels Petersen

17.02.2017 - 19:38

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað verður ikki spælt í Premier League hetta vikuskiftið. Orsøkin er, at fimta umfar av FA Cup skal avgreiðast hesar dagarnir. Manchester United, sum vann kappingina farna kappingarár er enn við í kappingini, og skal møta Blackburn á útivølli.

Chelsea, Manchester City, Tottenham og Arsenal eru eisini við í kappingini, og tí er torført at meta um, hvør, ella um tað verður ein av hesum biðlum sum fer at vinna kappingina í ár.

Sum oddalið í Premier League er Chelsea annars kanska favoritturin til at vinna hesaferð, men í besta FA Cup andanum, so er als onki givið, eisini hóast lið úr Premier League møta liðum sum spæla í nógv lægri deildum.

Til dømis er Sutton United fyri fyrstu ferð í søgu felagsins - og sum tað fyrsta lið úr so lágari deild - komið heilt til fimta umfar. Hetta hava teir klárað, við at vinna á fleiri liðum sum eiga at vera nógvar ferðir betur.

Seinasta "giant killing" sum Sutton framdi, var tá teir í undanfarna umfari vunnu 1-0 á Leeds úr næstbestu deildini. Í fimta umfari hava teir heimavøll móti Arsenal, og tað verður uttan iva eitt fantastiskt upplivilsi, líkamikið hvat úrslitið verður.

Millum Arsenal, sum er á fjórða plássi í Premier League og Sutton, sum spælur í National League South í Non League eru heili 100 pláss á muni.

Lincoln er eisini eitt Non League lið, sum er við í fimta umfari av FA Cup, og hetta umfarið kunnu teir eisini fáa eitt søguligt úrslit, um liðið klárar at spæla seg framvið Burnley. Onki Non League lið hevur nakrantíð spælt seg víðari til 6. umfar.

Dystarskrá:

Leygardagin:

kl. 12:30 Burnley - Lincoln
kl. 15:00 Huddersfield - Manchester City
kl. 15:00 Middlesbrough - Oxford
kl. 15:00 Millwall - Leicester
kl. 17:30 Wolverhampton - Chelsea

Sunnudagin:
kl. 14:00 Fulham - Tottenham
kl. 16:15 Blackburn - Manchester United

Mánadagin:
kl. 19:55 Sutton - Arsenal