Nora Mørk er heimsins besti hondbóltsleikari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.02.2018 - 12:37

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Viðurkenda hondbóltssíðan Handball-Planet hevur kosið norsku Noru Mørk til heimsins bestu kvinnuliga hondbóltsleikara farna árið.

16 serfrøðingar frá 13 ymiskum londum eru komin fram til at Nora Mørk eigur hendan heiður. Umframt metingarnar frá serfrøðingunum hava 80.000 hondbóltsfjepparar kring heimin eisini atkvøtt fyri heimsins besta kvinnuliga hondbóltsleikara. Hesar atkvøður og atkvøðurnar blivu roknaðar um til stig.

26 ára gamla Nora Mørk vann við 60 stigum. Henni næst vóru norsku landskvinnurnar Camilla Herrem og Stine Bredal Oftedal við ávikavist 50 og 49 stigum.

Nora Mørk vann Championsleague við stórliðinum Györ úr Ungarn, umframt at vinna gull í bestu deildini í Ungarn. Eisini vann hon silvur í HM við Norra í desember, har hon eisini gjørdist toppskjútti við 66 málum.

Seinastu mánaðirnir hava tó eisini verið merkt av stóru sakini um deiling av privatum myndum av Noru Mørk. Fleiri persónar eru ákærdir fyri at hava deilt privatar myndir av norsku hondbóltsstjørnuni, umframt at harrarnir á norska hondbóltslandsliðinum høvdu myndirnar og deildu tær millum hvønn annan.



beint nú