Thea Mørk, tvíburðasystir Noru Mørk, lat løgregluni fráboðanina (Mynd: tv2.no)

Nora Mørk krevur nú endurgjald frá 15 monnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.12.2017 - 13:01

Tíðindi > Tíðindi > Noreg

15 norðmenn hava í dag fingið bræv við postinum við kravi um at rinda hondbóltsspælaranum Nora Mørk 150.000 krónur fyri at hava spjatt privatar myndir av henni.

Norska hondbóltsstjørnan traðkaði fram herfyri og fortaldi hvussu tað hevði rakt hana, at privatar myndir vórðu tiknar av telefon hennara, og vórðu spjaddar á netinum.

Les eisini: Onkur stjól privatlívið frá hondbóltsstjørnuni

Rættiliga skjótt varð ein maður úr Telemark eyðmerktur, og hann hevur viðgingið at hava spjatt privatar myndir. Hann var tann fyrsti, ið fekk eina bót upp á 15.000 krónur.

Nú eru 15 persónar tilsamans skuldsettir – 14 vaksnir menn og ein 16 ára gamal, skrivar Dagbladet.

Nú fer Mørk at krevja 150.000 krónur í endurgjaldi frá øllum, sum hava spjatt myndir av henni. Um tey ikki rinda, verða tey drigin fyri rættin, upplýsir advokaturin hjá Noru Mørk, John Christian Elden.

Menninir hava nú tvær vikur at taka støðu til kravið ella mótmæla.

Elden sigur, at øll, ið hava tikið intim-myndir niður, deilt leinkju við myndunum ella greitt frá, hvar hesar myndir kunnu finnast, fáa krav um endurgjald.