Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Norðborg landar góð 1300 tons av svartkjafti í Ánunum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

16.01.2018 - 08:12

> Tíðindi > Føroyar

Framleiðsluskipið Norðborg úr Klaksvík kom í gjár á Ánirnar, har teir skulu landa.

Norðborg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunna nfyri Føroyar, hevur umleið 1300 tons av svartkjafti, sum teir hava heiltfryst umborð.

Upplýst verður, at talan hevur verið um hampiligan fiskiskap hendan túrin, og at teir fara væntandi nýggjan túr seinni í dag.

Norðborg kom inn beint áðrenn nógvi vindurin herjaði á, men hóast hetta, hevur veðrið ikki verið nakað serligt at reypa av á túrinum.