Nordea noktar starvsfólkunum at keypa bitcoins

Ari av Rana

22.01.2018 - 14:58

Tíðindi > Pengar > Gjaldoyra

Danski bankin, Nordea, noktar nú øllum síni 31.000 starvsfólkum, at keypa bitcoins og onnur kryptogjaldsoyru. Orsøkin er at vandin fyri at taka lut í ólógligum virksemi er ov stórur, skrivar Finans.

- Tað er ein so ójavnur marknaður, at vit eru bangin fyri, at starvsfólki, uttan at vita tað, enda í eini støðu, sum er óetisk ella beinleiðis revsiverd, sigur Stine Green Paulsen, virkandi tíðindastjóri í Nordea.

Starvsfólkið fingu boðini í dag, og forboðið verður sett í verk 28. februar.

- Vit fara ikki at tvinga starvsfólk, sum longu eiga kryptogjaldoyru at selja tey. Við tí kundi vit verið orsøkin til at tey missa pening. Men vit mæla teimum til ikki at eiga tey, sigur Paulsen.

Stjórin í Nordea, Casper von Koskull, hevur fyrr verið sera atfinningarsamur um bitcoins og onnur kryptogjaldoyru. Í desember 2017 samanbar hann bitcoin við tulipanbobluna í 1630 árunum í Hollandi, tá prísurin á tulipanum vaks ógvusligt, fyri síðani at falla aftur í stórari ferð. Tá virkaði tað til stóra økonomiska kreppu í Hollandi.

Kryptogjaldoyrini vuksu nógv í virði í 2017, men eru minkaði nógv í 2018.