Norðfra til Danmarkar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

12.09.2017 - 13:25

Tíðindi >

Framleiðsluvirkið Norðfra hevur í vár stovnað fyritøkuna Norðfra Danmark Aps, sum júst hevur latið deild upp í Danmark við goymslu í Faaborg á Fjóni.

Umvegis heimasíðuna nordfra.com hava fólk seinastu tíðina bílagt fisk og fingið hann til dyrnar í øllum landinum.

Undirtøkan hevur verið góð frá byrjan, bæði millum útisetar og danir. Rættilig gongd kom á, tá donsku avísirnar um vikuskiftið høvdu tíðindagreinar um nýstovnaðu fyritøkuna. Føroyskur fiskur er høgt í metum millum fólk á flatlondum alt meðan tilvitanin um hvussu stóran týdning tað hevur at eta fisk, alsamt veksur.

Tað er Poul Martin Petersen, sum í nøkur ár hevur havt fyritøkuna Faroefish, ið hevur dagligu leiðsluna av Norðfra Danmark. Hann hevur úr at gera við at avgreiða ordrar og taka telefonina, ið hevur ringt áhaldandi síðan donsku fjølmiðlarnir góvu fyritøkuni gætur.

Poul Martin hevur góðar vónir fyri framtíðina hjá Norðfra Danmark, sum fyribils hevur egnan frystibil og ein sjaffør í starvi.