Norðheim. Mynd: Kiran Jóanesarson

Norðheim besti skeljabáturin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

19.12.2014 - 21:59

> Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Skeljabáturin Norðheim av Oyri er bestur av skeljabátunum higartil í ár. Tað vísur nýggjasta dagføringini av yvirlitinum hjá Vørn.

Sambært yvirlitinum hjá Vørn hevur Norðheim fiskað fyri 5,6 milliónir krónur higartil í ár. Norðheim er í løtuni til fiskiskap eystanfyri Føroyar, og tí kann væntast at tølini hjá Norðheim fara at hækka.

Varðborg er hin skeljabáturin í føroyska flotanum og liggur tí niðast á yvirlitinum hjá Vørn.

Sambært yvirlitinum hevur Varðborg fiskað fyri 1,9 mill krónur higartil í ár.

Veiðuvirði hjá teimum báðum skeljabátunum higartil í 2014:

Norðheim: 5.641.641 krónur.

Varðborg: 1.935.992 krónur.