Norðhús skal byggja Bláa Skýlið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

15.05.2018 - 16:02

Tíðindi > Norðoyggjar - Klaksvík

Talan er um eina spennandi verkætlan, sum arbeitt hevur verið við leingi, og Bláa skýlið er somuleiðis ein liður í heildarætlanini fyri stadionøkið, sum við hesum og øðrum komandi verkætlanum kemur at lúka altjóða krøv.

Arbeiðið er bólkað í trý: høvuðsarbeiðstøka, EL og HVS, og trý tilboð komu inn i hvørjum bólki.

Norðhús vann útbjóðingina um høvuðsarbeiðstøku, ímeðan El-in og Blikksmiðjan vunnu útbjóðingina av ávíkavist EL og HVS arbeiðnum, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

Tilboðini fyri tær tríggjar arbeiðstøkurnar eru soljóðandi:

Høvuðsarbeiðstøka: Norðhús, 13.994.000 kr.

HVS: Klaksvíkar blikksmiðja, 1.008.528,90 kr.

EL: El-in, 565.079,13 kr.