Savnsmynd: EMS photo

Norðingur kom á Kollafjørð í gjárkvøldið við svartkjafti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

17.04.2018 - 07:44

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Norðingur kom á Kollafjørð í gjár, har teir skulu landa.

Norðingur hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava umleið 700 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.

Tá ið Norðingur hevur landað, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.