Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Norðingur landar svartkjaft til Havsbrún



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

23.06.2018 - 19:05

> Tíðindi > Føroyar

Norðingur, sum hevur fiskað svartkjaft, skal landa í Fuglafirði í dag.

Norðingur hevur fiskað svartkjaft norðanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1100 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Seinastu dagarnar hava nøkur av svartkjaftaskipunum verið inni í landa til Havsbrún.