Norðlýsið á Regatta í 2014

Norðlýsið fer at sigla á Skálafjørðinum í Mentanarvikuni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

16.04.2018 - 17:29

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Norðlýsið fer at sigla á Skálafjørðinum hvønn dag í Mentanarvikuni frá 23-29. apríl 2018. Tað boðar kunningarstovan í Runavík frá.

Jóhan Petersen og Sámal Petur í Grund vera ferðaleiðarar umborð og koma at greiða frá egnum upplivingum, um hvussu mjólkarrutan sigldi, og hvønn týdning mjólkarrutan hevði fyri økið.

Manningin á Havnaskrivstovuni tekur ímóti gestum hesar dagarnar, har høvi verður at síggja forkunnugu framsýningina, sum er uppsett av bygdasavninum Forna.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er tó neyðug, um tú vilt tryggja tær pláss. Tað kann gerast á www.atgongumerkir.fo