Á Norðlýsinum starvast 3 fólk umframt fríyrkisfólk.

Norðlýsið hátíðarheldur 100 ára føðingardag í morgin

Sverri Egholm

15.04.2015 - 07:02

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Fríggjadagin 16. apríl 1915 kom Norðlýsið á fyrsta sinnið út. Í morgin akkurát 100 ára seinni hátíðarheldur lokalblaðið í Norðoyggjum stóra dagin.

Norðlýsið boðar frá, at húsið letur upp klokkan 10 og klokkan 10.30 byrjar beinleiðis sending á heimasíðuni nordlysid.fo.

Núverandi borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim ber fram kvøðu umframt at fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan við Keldu, eisini sigur sína meining um blaðið.

Seinni á degnum verður grillaður grísur uttanfyri klárur at smakka og stjórin, John William Joensen og blaðstjórin, Oliver Joensen siga nøkur orð.

Móttøkan er frá klokkan 10 til 18 og Norðlýsið boðar frá at øll tey ið vilja heilsa uppá eru vælkomin.

100 ára dagurin verður hildin á Rygsvegi í Klaksvík, har blaðið heldur til.