Jóhann Lützen, nýggjur stjóri á Norðlýsinum, her í beinleiðis samrøðu við John William Joensen (Mynd: Norðlýsið)

Norðlýsið hevur skift eigarar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

16.02.2017 - 21:30

Tíðindi > Norðoyggjar - Klaksvík

Norðlýsið, sum í mong harrans ár er rikið av Olivuri Joensen hevur nú skift eigarar. Nýggir eigarar eru Jóhann Lützen, Palli Skorheim og Jóannes Skorheim. Norðlýsið stroymaði í kvøld frá løtuni, tá síðstu undirskriftirnar blivu festar á blað, og "nú vendist ikki aftur", segði John William millum annað í kvikari viðmerking. 

Jóhann Lützen verður nýggjur stjóri í felagnum, og tá neyðugu undirskriftirnar vóru avgreiddar segði hann millum annað, at tað ikki fara at verða framdar nakrar drastiskar broytingar, og einhvør broyting fór at koma so líðandi, og við hægstu virðing fyri teimum sum hava rikið felagið.

Fríggjadagin verður móttøka á redaksjónini í Klaksvík.