Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

Norðlýsið: Møgulig samansvørjing móti Bjarna Hammer?

Sverri Egholm

05.03.2018 - 16:03

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Norðlýsið skrivar í dag um málið um Bjarna Hammer, har løgtingslimurin er lagdur undir at siga seg kunna skaffa hassj til unga kvinnur.

Lokalblaðið sigur seg skilja, at málið er nógv meira umfatandi enn tað higartil er lýst í miðlunum.

- Sum skilst, so er eisini samskifti komið undan kavi, sum knýtir málið móti Bjarna Hammer, saman við arbeiðið at finna semju um fiskivinnunýskipanina í november 2017. Bjarni Hammer var sum formaður í Vinnunevndini ein lyklapersónur, og var beinleiðis orsøk til at politisku ætlanar hjá landsstýrinum, vóru nógv skerdar, og at lóggávan, sum bleiv endaliga samtykt í løgtinginum, varð lítið sambærilig við politisku ætlanirnar hjá landsstýrinum, skrivar nordlysid.fo.

- Hetta samskifti, sum nú er komið undan kavi knýtir persónar, sum standa aftanfyri miðlasøguna saman við persónum kring politisku skipanini í eina møguliga samansvørjing, sum hevur havt til endamáls at gera eitt ”set up” fyri at fella Bjarna Hammer, vil Norðlýsið vera við.

Sosialurin skrivaði síðsta mánadag um málið, har blaðið eisini segði seg hava latið løgregluni málið eftir at hava gravað í nakrar mánaðir. Bjarni Hammer valdi mikudagin eftir áheitan frá løgmanni, at biðja um farloyvi úr løgtinginum.

Les nordlysid.fo: Bjarni Hammer offur í eini samansvørjing?