Mynd: EPA

Norðmaður helt seg hava vunnið, men málmynd vísti nakað annað

Sverri Egholm

18.07.2016 - 15:43

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Vit eru komin inn í seinastu vikuna við Tour de France á hesum sinni. Í morgin er hvílidagur og 16. túrurin skuldi avgreiðast í dag. Talan var um ein slættan túr, men heldur torføran enda á túrinum, har eitt strekkið skuldi súkklast á flísum.

Tíðliga á túrinum fóru Tony Martin og Julian Alaphilippe frá hinum og bara øktu. Eina løtu vóru teir báðir Etixx súkklararnir 5 minuttir frá høvuðsbólkinum.

Munurin bara minkaði og tá 25 km vóru, eftir kláraði Julian Alaphilippe ikki at fylgja við Tony Martin longur. Lítla løtu seinni hevði høvuðsbólkurin eisini súkklað seg fram til Tony Martin og Voecker legði seg í oddin.

Eina løtu seinni fór Rui Costa frá høvuðsbólkinum og legði seg 10 sekund framum, men tá komið varð til brúgvarsteinarnar tætt við málið, kom høvuðsbólkurin fram til Costa aftur og so var lagt upp til ein sera spennandi spurt.

Og tað var sera tætt á mállinjuni. So tætt, at tað bleiv eitt sindur flóvisligt á málinum, tí norski Alexander Kristoff helt seg hava vunnið og norskt sjónvarp gjørdi samrøðu við hann, sum um hann hevði vunnið.

Men tað myndin á málinum vísti, at Peter Sagan hjá Tinkoff var fyrstur um mállinjuna.