Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Norski Håvard Holmefjord Lorentzen setti í dag OL-met og vann fyrstu norsku gullheiðursmerki í 500 metrar kappskoyting í 70 ár.
- Hetta var ein framúr kapping. At seta OL-met er næstan óveruligt, sigur Lorentzen við NRK.
Lorentzen visti ikki hvat tíðin bleiv til, men hann væntaði, at hann hevði gjørt okkurt heilt serligt.
- Eg væntaði at tað var skjótt nokk til eitt heiðursmerki, segði 25 ára gamli norðmarðurin.
Fyrr á degnum megnaði suðurkoreanski Min-Kyu Cha at skoyta eins skjótt sum OL-metið á 500 metrum við tíðini 34:42. Men Håvard Holmefjord Lorentzen var eina tonn betri, og megnaði at skoyta teinin á 34:41 og setti harvið OL-met.
Við gull heiðursmerkinum hjá Lorentzen hevur Norra vunnið 10 OL-gull hesar leikirnar.