Norðmenn fara at rinda við toski



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

29.05.2017 - 14:00

Tíðindi > Tíðindi > Noreg

Toskur verður nú vanligt gjaldoyra í grannalando okkara, Noregi. 30. mai leysgevur Norges Bank nýggjar pengaseðlar. Og fyri fyrstu ferð í søguni, verða tað ikki kendir norðmenn og -kvinnur, ið verða avmyndað á pengaseðlunum.

Ístaðin verður tað maritima søga Noregs, ið verður lýst á nýggju pengaseðlunum. Teir fyrstu verða givnir út klokkan 14 í morgin.

Og toskurin hevur fingið heiðurspláss á nýggja 200 krónu seðlunum. Í tí sambandi hevur Norges Bank gjørt eitt videolag, sum á sín sermerkta hátt – norskur humor er sermerktur – greiðir frá nýggja seðlinum. Sangurin er bygdur á eitt lag, ”Torsken kommer”, frá 1980.

Við nýggju seðlunum verður tað enn verri at eftirgera pengaseðlarnar, verður sagt. Miðbankarnir hava ment skipanir, sum ger hetta so at siga ógjørligt. Nýgju seðlarnir hava fleiri trygdarskipanir, bæði sjónligar trygdartræðrir og meira ósjónlig merki.

Í morgin er tað 200 og 100 krónuseðlarnir, sum verða latnir leysir. Toskurin prýðir, sum nevnt, 200 krónuseðilin, meðan mynd av Gokstad-skipinum er á 100 krónuseðlinum.

Nýggju 50 og 500 krónuseðlarnir koma ikki út fyrr enn seint næsta ár. Teir avmynda ávikavist ein vita, og bjargingarskip. Nýggi túsundkrónuseðilin, sum myndar eina bylgju, kemur á heysti 2019, skrivar nrk.no.

Gomlu norsku pengaseðlarnir kunnu brúkast sum gjaldoyra í 12 mánaðir eftir at nýggju eru komnir, og kunnu vekslast uttan gjald hjá Norges Bank í tíggju ár framyvir.

Norges Bank hevur latið hetta videolagið gjørt í sambandi við útgávuna av nýggja pengaseðlinum