Norðmenn keypa stórt inn í Danmark



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

17.02.2018 - 22:36

Tíðindi >

Antares.fo: Danskar skipasmiðjur eru vælumtóktir veitarar av størri fiskiskipum til Noregs. Saman við Turkalandi er Danmark yndis veitari, um reiðarin ikki ynskir skipið bygt í Noregi.

Síðani 1. januar 2015 hava norskir reiðarar gjørt tilsamans 36 byggisáttmálar um størri fiskiskip. Av hesum eru 25 gjørdir við útlendskar skipasmiðjur - við níggju skipum í Danmark og níggju skipum í Turkalandi ovast á listanum, skrivar Sysla Maritime.

Tó eru útlit til, at norskir reiðarar í størri mun fara at velja norskar skipasmiðjur í framtíðini.

Síðani januar í ár hava teir kunnað søkt um lán hjá Garantiinstituttet for eksportkreditt (GEIK), sum hevur sett 10 mia. nkr. av til keyp av skipum á norskum skipasmiðjum, um tey skulu brúkast í Norra.

Kelda: Antares.fo/Sysla Maritime