(Tingvarpið)

- Norðoyggjar og Eysturoy eru strikaðar av Føroyakortinum

Sverri Egholm

12.12.2017 - 13:53

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Man ætlar at taka 10% av kvotunum hjá verandi innihavarum og tær skulu so deilast út til menningarkvotur.

- Og í broytingaruppskotinum frá samgonguni stendur at Norðoyggjar og Eysturoy eru strikaðar av Føroyakortinum.

Tað segði Jørgen Niclasen í tinginum fyri løtu síðani.

Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið hjá samgonguni stendur tó:
Sum støðan er í dag kann nevnast, at í Norðstreymoy, Suðurstreymoy og í Vágoy er atgongdin til tilfeingi avmarkað, ímeðan Suðurøkið – Suðuroy og Sandoy – hevur minkandi fólkatal og partar av økinum lutvíst hægri arbeiðsloysi. Norðuroyggjar, Eysturoy og restin av landinum eru sjálvsagt eisini fevnd av ásetingini, í tann mun økini lúka settu treytirnar.

Øll broytingaruppskotini síggjast her