Norðukoreanski leiðarin, Kim Jong-un á vitjan í Kina (Mynd: EPA)

Norður- og Suðurkorea hittast á toppfundi í apríl

Ari av Rana

29.03.2018 - 16:05

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Leiðararnir í Norður- og Suðurkorea hittast á toppfundi 27. apríl. Hetta er bert triðju ferð síðani Korea-kríggi, at leiðararnir hittast.

Leiðararnir Kim Jong-un úr Norðurkorea og Moon Jae-in úr Suðurkorea skulu hittast á landamarkinum millum londini. Tað upplýsa talsmenn fyri londini.

Fundurin er avtalaður bert fáar dagar eftir at Kim Jong-un var á síni fyrstu uttanlandsferð síðani hann gjørdist leiðari í Norðurkorea í 2011. Frá sunnudegnum til mikudagin var hann á vitjan í Kina, har hann var boðin av forsetanum í Kina, Xi Jinping.

Kim Jong-un og Xi Jinping umrøddu hvussu friður kundi fáast í lag og varðveitast á koreansku hálvoynni.