FSF-forsetin, Christian F. Andreasen, og forsetin í amerikanska fótbóltssambandinum, Carlos Cordeira, avmyndaðir aftaná aðalfundin í FIFA, sum mikudagin varð hildin í Moskva (Mynd: www.fsf.fo)

Norðuramerikanskt HM í 2026



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

13.06.2018 - 13:03

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í morgin fer HM-endaspæl nummar 21 av bakkastokki í Russlandi. Í 2022 verður HM hildið í Qatar. Nú er greitt, at endaspæl nummar 23 í søguni verður hildið í USA, Kanada og Meksiko. Hetta er greitt, eftir at samlaða boðið vann greitt, tá atkvøugreiðsla var á Fifa-kongressuni í dag.

Hitt boðið kom frá Marokko, men landið úr Norðurafrika tapti fyri fimtu ferð, tá atkvøtt var. Marokko fekk 65 atkvøður frá limalondunum, meðan samlaða boðið úr Norðuramerika fekk 134 útav teimum 203 atkvøðunum.

FSF kunngjørdi í gjár, at føroyska fótbóltssambandið fór at atkvøða fyri USA, Kanada og Meksiko. Hetta gjørdi Ongland eisini sambært Sky Sports.

USA var vertur fyri HM í 1994, meðan Meksiko hevur tvær ferðir fyrr hýst heimsins størstu fótbóltskapping. Tað var í 1970 og í 1986. Í 2002 var fyrsta endaspælið í Asia, og tá vóru Japan og Suður Korea vertir. Tað var á fyrsta sinni at HM var í tveimum londum. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at trý lond fáa vertsskapið.

HM í 2026 verður eisini tað mest umfevandi nakrantíð. Kappingin verður víðkað frá 32 liðum til 48 lið, og 60 av teimum 80 dystunum verða leiktir í USA. Finalan er sett at verða á MetLife Stadium í New Jersey, sum er beint uttanfyri New York.