Mynd: Jens Kr. Vang

Norðurírar vunnu 3-1 á Tórsvølli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

04.09.2015 - 20:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað bleiv til eina sera spennandi fyrra hálvleik á Tórsvølli í kvøld. Áskoðararnir gjørdu sítt, men dómarar og skeivar avgerðir av okkara leikarum førdu til, at vit taptu dystin 3-1.

Norðurírar løgdu eitt øgiligt trýst frá dystarbyrjan og longu eftir 12 minuttir løgdu teir seg á odda 1-0 við máli frá Gareth McAuley.

Løtuna seinni fingu føroysku leikararnir luft eina løtu og komu til spæl og eisini nakrar møguleikar. Tá 36 minuttir vóru leiktir bragdaði, tá Sonni Ragnar vann ein bólt baklinjuni og fekk avlevera hann inn til Jóan Símun Edmundsson, sum skoraði til 1-1.

Føroysku leikararnir spældu væl tað, ið var eftir av fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki royndi Føroyar at trýsta, men tað eydnaðist ikki at fáa nakað mál. Tá 65 minuttir vóru leiktir fekk Jóan Símun Edmundsson óneyðugt sítt annað gula kort og tað gjørdist tungt hjá føroyingum.

Eftir tað høvdu norðurírar tað lætt og øktu fyrst til 1-2 tá 71 minuttir vóru leiktir og lítla løtu seinni skoraðu teir til endaligu støðuna 3-1.

Føroyar - Norðurírland (1-3)
Gareth McAuley 0-1
Jóan Símun Edmundsson 1-1
Gareth McAuley 1-2
Kyle Lafferty 1-3

Sí eisini: Myndir: Føroyar - Norður Írland