Arlene Foster og DUP fingu eitt gott val í Norðurírlandi í gjár. Nú kunnu tey gerast tungan á vektskálini í Bretlandi (Mynd: EPA)

Norðurírski sambandsflokkurin avgerð lagnuna hjá May

Ingi Samuelsen

09.06.2017 - 16:49

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Norðurírski sambandsflokkurin, Democratic Unionist Party, DUP, sær út til at fáa ein týðandi leiklut í bretskum politikki, nú tað er greitt, at Theresa May, forsætisráðharri ætlar at halda fram sum stjórnarleiðari, nú fyri eini viknaðari konservativari stjórn.

- Forsætisráðharrin hevur tosað við meg í morgun, og vit fara nú í samráðingar við konservativa flokkin, segði Arlene Foster, leiðari fyri DUP á einum tíðindafundi í dag.

Hon segði, at endamálið við samráðingunum fór at vera at skapa støðufesti í hesum avbjóðandi tíðum fyri tjóðina.

Arlene Foster fór av tíðindafundinum uttan at svara spurningum frá vælmannaða fjølmiðlaliðinum, skrivar Reuters.

Konservativi flokkurin tapti tjóðartingsvalið í gjár og hevur ikki longur einsamallan meiriluta í tjóðartinginum. Tí er Theresa May bundin av stuðli frá fleiri flokkum, um hon skal sleppa at halda fram.

Norðurírski DUP-flokkurin fekk 10 sessir í tjóðartinginum, og kann sostatt gerast flokkurin, ið trygjar May meirilutan í undirhúsinum.

DUP er flokkurin hjá fyrrverandi protestantiska leiðaranum og prestinum Ian Paisley. Hann stuðlar einum ”bleytum brexit”, sum tey siga, meðan Theresa May vil hava eitt ”hart”.

DUP vann sum sagt 10 av teimum 18 norðirírsku sessunum í undirhúsinum. Flokkurin hevur 28 av 90 sessum í norðurírska tinginum, og situr á einum av trimum norðurírskum sessum í ES-tinginum.