Forsíðan á norðurkoreanska statsblaðnum Rodung Sinmun í dag (Mynd: bbc.com)

Norðurkorea fegnast um fundin millum Jong-un og Trump

Oda Strøm

13.06.2018 - 10:48

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Norðurkorea fegnast um fundin sum varð hildin millum leiðaran Kim Jong-un og amerikanska forsetan Donald Trump gjáramorgunin, skrivar BBC

Teir báðir skrivaðu undir eitt skjal, har tað stendur, at Norðurkorea skal arbeiða fram ímóti at avdubba, og USA afturfyri fer at steðga hernaðarvenjingum við Suðurkorea og taka burtur revsitiltøk, tá ið Norðurkorea ikki longur hevur kjarnorkuvápn. 

Almenna blaðið vil vera við, at talan er um "aldarinnar fund", og at USA nú at taka burtur revsitiltøkini móti landinum. 

Norðurkoreanska almenna tíðindastovan KCNA hevur somuleiðis eisini róst fundinum og kalla tað fyri eitt søguligt gjøgnumbrot. 

Sambært DR hoyra íbúgvarnir í Norðurkorea fyrst um søguliga fundin í dag, tí tíðindastovurnar í landinum dekka ikki hendingar fyrrenn aftaná.



beint nú