(Mynd: EPA)

Norðurkorea og Suðurkorea avtala at loysa trupulleikar við samtalum

Ari av Rana

09.01.2018 - 16:33

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Norðurkorea og Suðurkorea hava sitið og fundast í allan dag. Londini eru m.a. blivin samd um, at tey skulu hava samráðingar, fyri at loysa trupulleikar, og hava hernaðarligar samtalur, fyri at steðga tilvildarligum stríði.

Hetta var fyrstu ferð í tvey ár, at londini tosa saman, og er tað eitt úrslit av spenninginum eftir kjarnorkuætlanunum hjá Norðurkorea, skrivar Reuters.

Londini tosaðu í 11 tímar í dag. Norðurkorea avgjørdi, at landið sendir eitt lið til Vetrar OL í Peyongchang í Suðurkorea næsta mánað, men mótmælti harðliga, tá Suðurkorea tosaði um at londini ikki framleiða kjarnoku.

Suðurkorea bað Norðurkorea um at steðga við fíggindaligu gerðunum, sum skapa ófrið á hálvoynni. Norðurkorea gekk við til at friður skuldi valda í økinum.