Savnsmynd: TV2

Norðurkorea og Suðurkorea undir sama flaggi til OL

Ari av Rana

17.01.2018 - 18:50

Ítróttur >

Tey bæði londini á koreansku hálvoynni hava avgjørt, at tey luttaka á Vetrar-OL í Suðurkorea undir sama flaggi.

Harumframt fara Norðurkorea og Suðurkorea at stilla upp við felagsliði í íshockey fyri kvinnur.

Hetta merkir so, at tá ítróttarfólkini úr teimum báðum londunum ganga inn til byrjanarhaldið, verður tað undir einum flaggi.

Tá OL var í Seoul í 1988, boykottaði Norðurkorea leikirnar. Í ár verður tí fyrstu ferð, at Norðurkorea luttekur við OL í Suðurkorea, skrivar TV2.