USS Carl Vinston, ið er flogberin í amerikanska skipafylginum. Mynd: EPA

Norðurkorea svarar USA: Vit lata okkum ikki lúta

Steinar Patursson

11.04.2017 - 07:39

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Norðurkorea ávarar nú, at tað kann hava katastrofalar fylgjur, um USA heldur áfram at provokera uttan fyri Korea.

Boðini koma, eftir at USA herfyri tók avgerð um at senda herskip, teirra millum ein flogbera, til Vesturkyrrahav, ið Norðurkorea roknar fyri at vera reina provokatión.

- Vit fara at halda USA til svars fyri katastrofalu avleiðingarnar, ið teirra óumhugsaðu avgerðir hava við sær, hevur norðurkoreanska uttanríkisráðið boðað frá umvegis norðurkoreanskar miðlar.

- Norðurkorea er til reiðar til tað slag av kríggi, ið USA ynskir.

Talsmaðurin fyri norðurkoreanska uttanríkisráðið vísti á, at USA noktaði at sýta fyri at brúka sokallað preemptive álop, álop fyri at steðga einum møguligum komandi álopi.

Hildið veðrur, at Norðurkorea hevur í hugsanum at gera fleiri kjarnorkuroyndarspreingingar, nú faðir landsins, Kim Il-Sung, hevði 105 ára føðingardag leygardagin, og at tað var tí, at amerikansku herskipini vórðu send hagar. Kim Il-Sung hevur tó verið deyður síðan 1994.