Norðurkorea: Trump bønar um kríggj

Ari av Rana

11.11.2017 - 18:40

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Norðurkorea vil verða við, at amerikanski forsetin, Donald Trump, bað og bønaði um kríggj á síni vitjan í Asia., skrivar Reuters.

- Trump vísti sína natúru sum ein oyðari av heimsfriði og stabiliteti og bønaði um atomkríggj á koreansku hálvoynni, sigur talsmaður fyri norðurkoreanska uttanríkisráðið.

Á síni ferð ávaraði Donald Trump Norðurkorea um ikki at undirmeta USA. Talsmaðurin fyri Norðurkorea segði, at tað var einki, sum kundi ræða landinum frá at halda fram við sínum atomprogrammi.