Donald Trump á ferð í Asia (Mynd: EPA)

Norðurkorea um Trump: Vit lurta ikki eftir hasum svaka hundinum

Ari av Rana

08.11.2017 - 15:40

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Tá Donald Trump helt talu fyri Suðurkoreanska tjóðartinginum fylgdi umboða frá Norðurkorea væl við. Tó siga umboðini, at teir ikki lurtaðu eftir hvat Donald Trump, hasin svaki hundurin, hevði at siga.

Donald Trump rætti Norðurkorea eina treytaða oljugrein (friðartekin) við síni talu, men Norðurkorea sigur, at nú er nokk tosa. USA má byrja at vísa at landið vil hava frið heldur enn at tosa um tað.

USA hevur í løtuni trý flogberandi hernaðarskip og ein kavbát uttanfyri koreansku hálvoyggina. Norðurkorea skilir hetta sum eina greiða hóttan, men lata vissu verða um, at landið fer at berjast ímóti USA.

Trump er klárur at samstarva fyri at fáa enda á stríðið, men setur krøv, sum Norðurkorea ikki vilja ganga við til. Amerikanski forsetin vil hava Norðurkorea at steðga við sínum provokerandi atburði, at steðga við at byggja ballistiskar rakettir og at ganga við til fullkomiliga at steðga við at útvikla kjanorku. Serfrøðingar siga, at síðsta kravið aldrin verður gingið á møti.