Norðurkoreanska sendinevndin kemur á fund í ávvápnaða økinum (Mynd: EPA)

Norðurkorea verður við til Vetrar-OL

Ingi Samuelsen

09.01.2018 - 06:58

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Norðurkorea hevur tikið avgerð um at senda ein hóp við til vetrarolympisku leikirnar, sum verða í suðurkoreanska býnum Pyeongchang í næsta mánaði.

Grannalondini hildu í nátt okkara tíð ein fund í markabýnum Panmunjom. Hetta var fyrsti fundur landanna millum síðan 2015.

Á fundinum mælti Suðurkorea til, at familjur, ið vórðu sundurskildar í krígnum millum Norðurkorea og Suðurkorea, verða sameindar aftur í næsta mánað, skrivar BBC.

- Norðurkorea hevur tikið av at senda ein hóp til OL. Í hópinum verða almenn umboð, ítróttafólk, áskoðarar, listafólk, eygleiðarar og tíðindafólk, segði ein talsmaður fyri suðurkoreansku nevndina fyri friðarligari sameining av Korea, Chun Hae-Sung, eftir fundin.

Sambært BBC fara familjusameiningarnar fram mitt undir leikunum í vertsbýnum, Pyeongchang. Suðurkorea hevur eisini ynski um, at ítróttafólkini frá londunum báðum, fylgjast undir sama flaggi, tá leikirnir verða settir.

Síðst tað hendi, var á Vetrar-OL í 2006. Enn er óvist, hvat Norðurkorea sigur til hetta uppskotið.

Tað ber framvegis til, at Norðurkorea verður við á sjálvum leikunum eftir at altjóða olympiska nevndin, IOC, mánadagin segði, at ein hurð verður hildin á gloppi fyri norðurkoreanum.

Einir norðurkoreanskir skoytudansarar hava vunnið atgongd til olympisku kappingina. Olympiska nevndin í Norðurkorea helt tó ikki evstamarkið í oktober fyri at vátta fyri norðurkoreanskari luttøku í Pyeongchang.

Men møguleiki fyri undantaki er til staðar, skrivar dr.dk.

Panmunjom, markabýurin, har fundurin varð hildin, liggur í avvápnaða økinum millum londini, og er eisini staðið, har hermenn hjá báðum londunum standa tættast saman. Økið hevur fyrr hýst týðandi samráðingum millum londini. Tað er eisini her, at tað hava verið fleiri væleydnaðar royndir at flýggja yvirum hesi seinastu árini.