Kim Yo Jong (t.v.) og Kim Jong-un (t.h.) (Mynd: EPA)

Norðurkoreanska OL-sendinevndin noktar at møta USA

Ari av Rana

08.02.2018 - 09:52

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Norðurkoreanska sendinevndin, sum er farin til Suðurkorea í samband við Vetrar-OL, skal eta morgunmat døgurða saman við suðurkoreanska forsetanum, Moon Jae-in. Ein av persónunum í sendinevndini er Kim Yo Jong, sum er lítla systur Kim Jong-un, leiðaranum í Norðurkorea.

Døgurðin verður fyrstu ferð, at ein familjulimur í Kim-valdsharraættini møtir einum suðurkoreanskum forseta.

Dialogurin millum Norður- og Suðurkorea er batnaður nakað seinastu vikurnar. Sama kann ikki sigast um dialogin millum Norðurkorea og USA, tí at Norðurkorea noktar fyri at møtast við umboðum frá amerikansku sendinevndini, sum kemur til Suðurkorea í dag, skrivar DR.

- Vit hava aldrin bidda um ein dialog við USA, at tað fara vit aldin at gera. Vit hava ongar ætlanir um at møtast við USA undir Vetrar-OL, sigur Cho Yong Sam frá Norðukoreanska uttanríkisráðnum.