Norðurlandahúsið fær nýggjan stjóra



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

13.03.2018 - 14:53

Tíðindi > Mentan > Mentanarpolitikkur

Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett Gunn Hernes sum nýggjan stjóra í Norðurlandahúsinum. Hon byrjar í starvinum 1. juni 2018.

Gunn Hernes hevur fleiri ára royndir frá mentanarøkinum og almennari fyrisiting. Hon fer at brúka hesar royndir saman við sínum norðurlendska og altjóða netverki í starvinum sum nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum.

Gunn hevur starvast seinastu tíðina sum framleiðsluleiðari í Norðurlandahúsinum í Íslandi. Fyrr hevur hon m.a. havt ábyrgd av dagliga virkseminum í altjóða leikpallslist, umframt at hava verið verkætlanarleiðari í samband við tónleika- og mentanartiltøkum.

Gunn er fødd og uppvaksin í Noregi, har hon hevur tikið útbúgving innan mentanarøki á Háskúlanum í Telemark – umframt skeiðir í list og mentan í Danmark.

- Norðurlandahúsið