Norðurlendingar syngja fyri føroyingum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.10.2017 - 08:03

Mentan > Mentan > Konsertir

Íslendskir kórsangarar av Norðlandinum koma hendan vegin at syngja fyri føroyingum um vikuskiftið. Blandaða kórið Sálubót fer at syngja í tveimum kirkjum, í Miðvágs kirkju leygarkvøldið og í Havnar kirkju sunnudagin.

Vágakórið undir leiðslu av Sámali Matras Kristiansen verður eisini við á konsertini í Miðvágs kirkju, har bæði føroyskir og íslendskir sangir eru á skránni.

Sangfelagið Sálubót er blandað kór av Norðlandininum. Kórið byrjaði í 1993. Sangararnir eru um 40 í tali í aldrinum 40 til 60 ár og spjadd um alt Norðurlandið. Mong teirra ferðast langa leið til sangvenjingar í Stórtjarnarskóla nakað sunnanfyri Akureyri.

Kórið hevur er ein týðandi, savnandi miðdepil fyri allan landspartin Akureyri, Húsavík og Mývatn.

Kórleiðarin Jaan Alavare er estlendingur borin í heim 1969, har hann er uppvaksin og hevur fingið sína tónleikaútbúgving. 19 ára gamal varð hann útbúgvin violinsolistur, tónleikalærari og pianistur.

1998 varð Jaan Alvare settur sum musikkskúlastjóri fyri allan landslutin. Samstundis átók hann sær starvið sum kórleiðari og pianistur hjá Sangfelagnum Sálubót.

Sálubót syngur regluliga í þorgeirskirkju, men hevur eisini konsertir í øðrum býum og kommunum um alt Ísland.

Í 2000 var Sálubót sína fyrstu uttanlandsferð. Leiðin gekk til Estlands, heimstað kórleiðarans. Síðan hava tey vitjað Slovenia og Italia. Og nú eru Føroyar ferðarmálið.