Norðurlendskur jólahugni í Reinsarínum

Tíðindaskriv

07.12.2017 - 13:28

Mentan >

Leygardagin skipar Norrøna Felagið saman við norðurlendingum í Føroyum aftur fyri eini norðurlendskari jólahugnaløtu í Reinsarínum í Tórsgøtu.

Tað verður angin og smakkurin av norðurlendskum jólum, ið verða sett í hásæti. Frá klokkan 11 til 15 fara herbúgvandi finnar, sviar, danir, norðmenn, íslendingar og grønlendingar at royna at fáa tað at anga av jólum, sum tey minnast tað frá heimlandinum. Fleiri smakkiroyndir við tilsipingum til norðurlendsk jól verða eisini at fáa, so sum grønlendskar palaannguit, finsk julskinka, svenskar lusekatter, norsk jólakræmarhús og íslendskt hangikjöt.

Hugnaligur norðurlendskur jólatónleikur verður í hátalarunum, kaffi og annað gott er hitað og so hava børnini møguleika fyri at senda eina jólaheilsan við -ynskjum til jólamannin í Grønlandi. Vit syrgja fyri, at heilsanirnar koma fram á rætt stað í góðari tíð undan jólum.

Tiltakið í Reinsarínum er fyri øll, og tað er ókeypis.