Trond Giske var vinnumálaráðharri tá Arbeiderpartiet seinast sat við stjórnarvaldinum (Savnsmynd: EPA)

Noreg: Arbeiderpartiet rakt av máli um kynsligan ágang

Ingi Samuelsen

22.12.2017 - 09:10

Tíðindi > Tíðindi > Noreg

Leiðarin fyri Arbeiderpartiet í Noregi, Jonas Gahr Støre, hevur givið næstformanni sínum eina ávaring eftir fleiri fráboðanir frá kvinnum um kynsligan ágang.

Í gjárkvøldið var leiðslan í flokkinum savnað til kreppufund, skrivar nrk.no.

Ein ung kvinna hevur greitt frá, at hon rýmdi úr flokkinum orsaka av óynsktum uppmerksemi frá næstformanninum, Trond Giske.

Á fundinum í gjár kom fram, at fleiri hava klagað um hann.

- Nýggj mál eru komin fram. Tað eru fráboðanir frá kvinnum, ið hava hava óbehagiligar upplivingar av kynsligum slag. Vit viðgera hetta mál í størsta álvara, segði Jonas Gahr Støre sambært TT tíðindastovuni eftir kreppufundin.

Støre sjálvur hevur eisini fingið ábreiðslur fyri sín máta at viðgera málið. Hann hevur givið Trond Giske eina ávaring, men heldur fast við sítt álit á næstformannin.

- Tað er nokk ikki hent fyrr, at ein floksleiðari hevur givið næstformanni sínum eina ávaring sum hesa. Men tað var neyðugt. So leingi tað ikki er brot á revsilógina, so er tað upp til mín at taka støðuna, segði Støre í gjárkvøldið.

Arbeiderpartiet fekk 27,4 prosent av atkvøðunum á stórtingsvalinum í heyst. Og enn einaferð mátti størsti flokkur í Noregi út í andstøðu, meðan Erna Solberg úr Høyre kundi halda fram sum forsætisráðharri.

51 ára gamli Trond Giske, næstformaður í Arbeiderpartiet, hevur sitið í Stórtinginum síðan 1997. Hann hevur havt ábyrgdina av trimum ráðharraráðum meðan Jens Stoltenberg var forsætisráðharri. Frá 2000 til 2001 var hann kirkju-, útbúgvingar- og granskingarmálaráðharri, frá 2005 til 2009 var hann mentanar- og kirkjumálaráðharri og frá 2009 til 2013 var hann vinnumálaráðharri.