Theresa May møtir nú norskum forðingum í Brexit-samráðingunum (Mynd: EPA)

Noreg: - Bretar skulu ikki hava betri ES-avtalu enn vit

Ingi Samuelsen

16.01.2018 - 11:40

Tíðindi > Uttanlands - ES

Noreg ávarar nú ES móti at geva Stórebretlandi eina meira gevandi skipan í sambandi við brexit, enn tað skipan, Noreg hevur við evropeiska samstarvið.

Tað kann føra til krav um nýggjar samráðingar av norsku ES-avtaluni, skrivar bretska blaðið The Guardian.

Blaðið skrivar, at norsk embætisfólk fleiri ferðir hava sagt fyri umboð fyri ES, at tey óttast fyri, at ein alt ov góð avtala fyri Bretland kann føra til norskt krav um nýggjar samráðingar.

Noreg er partur av innara marknaðinum hjá ES gjøgnum sonevndu EBS-avtaluna. Afturfyri rindar Noreg eitt gjald til felagskassan hjá ES og gevur seg undir ES-krøvini um frítt flytføri.

Hetta merkir, at Noreg í dag rindar meira pr. persón til ES-fíggjarætlanina, enn Stórabretland ger, meðan tað enn er limur í ES. Men tað gevur ikki atkvøðurætt í Brússel.

- Norðmenn fylgja væl við hesum máli fyri at tryggja sær, at vit ikki geva Stórabretlandi eina betri avtalu enn teir fáa, sigur ein ES-embætismaður við The Guardian.

Stórabretland fer burtur úr ES-felagsskapinum í mars komandi ár. Avgerðin varð tikin á eini fólkaatkvøðu í juni 2016.

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur fyrr tosað um, at hon ynskir ein ”djúpan og serligan felagsskap” við ES, ið røkkur longur enn fríhandilsavtalan, sum Kanada hevur við ES.

Men sambært Guardian, kunnu norsk mótmæli forða fyri hennara ætlanum. Embætisfólk í ES-nevndini vísa á, at um tað ikki verður lurtað eftir Noregi, kunnu norðmenn framyvir gerast meira krevjandi í fiskivinnupolitikkinum, tá nýggjar avtalur skulu gerast eftir Brexit.

Bretska stjórnin vísir tó aftur at gera eina avtalu við ES, ið líkist avtaluni, sum Noreg hevur, skrivar Ritzau.



beint nú