Mynd: EPA

Noreg evropameistari

Sverri Egholm

18.12.2016 - 18:36

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Noreg vann EM-finaluna móti Hollandi 29-30. Og tað var ein veruligur gysari, sum fór fram í Scandinavium arena í Gøteborg.

Tað var Holland sum hevði betri byrjanina og var eitt skifti í fyrra hálvleiki á odda við 4 málum. Noreg kom inn í dystin aftur og effektivt spæl frá millum annað Noru Mørk hevði við sær, at norsku kvinnurnark vóru á odda við fimm málum seint í seinna hálvleiki.

Men síðstu løtuna kom Holland veruliga inn í dystin, og tá bara ein minuttur var eftir at spæla, og síðstu sekundini var møguleiki at koma upp á javnt.

Tað eydnaðist ikki, og Noreg er sostatt evropameistari 2016. Hetta er sjeyndu ferð síðani 1998, at norsku hondbóltskvinnurnar hava vunnið EM.

Av hinum norðanlondunum fekk Danmark eitt fjórða pláss og Svøríki megnaði ikki at spæla seg víðari frá millumumfarinum.

Holland - Noreg (29-30)