Mynd: TV2

Nýggj altjóða frágreiðing: Noreg er heimsins eydnusamasta land



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

20.03.2017 - 18:01

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Noreg er nú, sambært nýggjari frágreiðing hjá Sustainable Development Solutions Network, sum ber heitið The World Happiness Report 2017, heimsins eydnusamasta land – ein heiður, sum Noreg í ár yvirtekur frá Danmark.

Eydnusom lond eru, sambært fyriskiparunum av frágreiðingini, tey, sum hava eina sunna javnvág av vælferð, skilt í tí týdningini, sum vit her um leiðir leggja í orðið, sosialum kapitali, javnstøðu og stórt álit á myndugleikarnar.

Hetta áltjóða átakið, sum ST setti í verk í 2012, hevur sum endamál at promovera javnstøðu og álit.

Ovarlaga á listanum liggja lond her um leiðir, meðan lond í sunnaru hálvu av Afrika umframt Yemen og Sýria liggja í hinum endanum.

Topp10 listin sær soleiðis út:

1. Noreg
2. Danmark
3. Ísland
4. Sveits
5. Finnland
6. Holland
7. Kanada
8. Ný Sæland
9. Avstralia
10. Svøríki