Mynd: EPA

Noreg í EM-finaluni

Sverri Egholm

16.12.2016 - 21:24

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Favorittarnir fyri alla EM-kappingina stóðu eina løtu í kvøld til at spæla bronsudyst móti Danmark, men soleiðis endaði tó ikki.

Noreg hevur við sigrinum á Fraklandi í kvøld tryggjað sær pláss í EM-finaluni móti Hollandi, sum verður leikt sunnudagin.

Hetta var ein dystur við stórum momentum, og einu løtuna førdi Frakland við trimum málum. Løtu seinni førdi Noreg við fýra. Skiftandi spæl og tað var serliga norska eykamálverjanum Silju Solberg at takka, at Noreg í nú er í finaluni.

Úrslitið gjørdist 20-16 til Noreg við einari hálvleiksstøðu á 9-11.

Holland vann fyrr í kvøld 26-22 á Danmark og tryggjaði sær sostatt pláss í finaluni móti Noregi.