(Mynd: EPA)

Noreg met nógv heiðursmerki í Pyeongchang

Sverri Egholm

25.02.2018 - 17:49

Ítróttur >

Norðmenn eru bara best tá tað kemur til vetrarítrótt, og tað hevur verið at sæð aftur á vetrarleikunum í Pyeongchang, sum endaðu í nátt.

Tað eydnaðist Noreg at hálað heili 39 heiðursmerki í hús, og hetta er met.Serliga vóru tað á langrenning at nógv kom í hús, tí teir íðkararnir syrgdu fyri heili 14 heiðursmerkjum.

Sostatt tóku norðmenn metið frá amerikanarum, sum vunnu 37 heiðursmerki á leikunum í Vancouver í 2010.