Erna Solberg sær út til at fáa fýra ár afturat sum forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Noreg: Ongantíð so nógvar kvinnur á tingi fyrr

Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 05:57

Tíðindi > Tíðindi > Noreg

Kvinnurnar standa sterkari enn nakrantíð í norskum politikki eftir stórtingsvalið í gjár.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð sær út til, at yvir 40 prosent av sessunum í stórtinginum verða mannaðir av kvinnum. Tað vísti prognosan, tá um 90 prosent av atkvøðunum vórðu tald upp í nátt.

Tingfólkabýtið vísti, at 70 kvinnur hava tryggjað sær pláss á Stórtingi, skrivar NTB.

Við 169 sessum á Stórtingi er kvinnuligi parturin sostatt komin upp á 41,4 prosent.

Á valinum 2013 var sett met, tá 67 kvinnur vórðu valdar inn, svarandi til 39,6 prosent.

Endaliga úrslitið av stórtingsvalinum er ikki klárt fyrr enn seinni í dag.

Andstøðan undir leiðslu av Arbeiðaraflokkinum hevur tó ásannað, at tey hava tapt valið, og harvið fær Erna Solberg frá Høyre eftir øllum at døma enn eitt valskeið sum forsætisráðharri.

Við nakað meira enn 90 prosent av atkvøðunum taldum, stóð blái vongurin til at fáa 89 fólk á Stórtingi, meðan reyðgrøni vongurin stóð til 80 av teimum tilsamans 169 tingsessunum.

Arbeiderpartiet fær 27,4 prosent av atkvøðunum, væl minni enn fyri fýra árum síðani, tá flokkurin fekk næstan 31 prosent.

Av teimum 49 tingfólkunum, ið Arbeiðaraflokkurin stendur til at fáa, er ein meiriluti upp á 25 kvinnur.

Høyre gongur aftur til 25,1 prosent og 45 tingfólk, býtt á 20 kvinnur og 25 menn.

Hægstu kvinnuligu umboðan hevur Miljøpartiet De Grønne. Tey fáa ein tinglim, og tað er ein kvinna, Une Aina Bastbolm.