Noreg stórfavorittur at vinna Eurovision

Alda Nielsdóttir

05.05.2018 - 12:18

Tíðindi > Mentan > Tónleikur

Norski Alexander Rybak, ið vann Eurovision Song Contest í 2009 við sanginum "Fairytale" og við methøgum samlaðum stigatali, skal aftur í ár umboða Noreg. Hesa ferð við sanginum "That's How You Write a Song" (soleiðis skrivar tú ein sang, red.).

Í ár verður altjóða sangkappingin hildin í Lissabon í Portugal.

Fyrr í ár vóru ikki nógv, ið væntaðu, at Alexander Rybak hevði møguleika at vinna, men eftir venjingarnar er hann brádliga vorðin ein av stórfavorittunum.

Danski Eurovision frásøgumaðurin Ole Tøpholm, ið hevur verið við til allar venjingarnar í Lissabon skilir væl, at Alexander Rybak er væl dámdur.

"Sangurin er ógvuliga fangandi og meira jaligur í mun til onnur løg, ið eru við í kappingini í ár," sigur hann við DR. 

Fyri tveimum mánaðum síðani var sangurin hjá Alexander Rybak nummar 22 á listanum hjá veddingarfyritøkum, men nú er hann brádliga vorðin nummar 2, aftanfyri Ísraelska sanginum.

Vinnur Alexander Rybak í ár, verður hann bert tann næsti í Eurovision-søguni, ið vinnur altjóða kappingina meira enn eina ferð. Írski Johnny Logan er einasti luttakarin, ið hevður megnað hetta.

Bæði Noreg og Danmark eru við í seinnu hálvfinaluni hóskvøldið 10. mai. Fyrsta hálvfinala verður longu týskvøldið 8. mai, og stóra finalan verður hildin leygardagin 12. mai.

Hoyr nýggja sangin hjá Alexander Rybak í sjónbandinum niðanfyri.