Johas Gahr Støre (t.v.) og Trond Giske (Savnsmynd)

Noreg: Trond Giske farin úr floksleiðsluni

Ingi Samuelsen

02.01.2018 - 07:01

Tíðindi > Tíðindi > Noreg

Trond Giske er ikki longur næstformaður í norska javnaðarflokkinum, Arbeiderpartiet.

Hetta orsaka av málinum har hann er undir illgruna um at hava kynsliga gjørt seg inn á kvinnur.

- Í hesi krevjandi støðuni fyri flokkin, eru vit báðir Giske vorðnir samdir um, at hann verður loystur frá uppgávuni sum næstformaður fyribils, segði formaðurin fyri Arbeiderpartiet, Jonas Gahr Støre, í gjár.

Í dag fer leiðslan fyri Arbeiderpartiet at hittast til fundar fyri at tingast um støðuna.

Giske hevur við hesum viðgingið, at tað er ómøguligt hjá honum at røkja starvið, so sum málið nú stendur.

- Eg havi í dag boðað Jonas Gahr Støre, floksleiðara, og Kjersti Stenseng, floksskrivara, frá, at sum støðan er, fái eg ikki røkt uppgávurnar sum næstformaður í Arbeiderpartiet á ein fullgóðan hátt, skrivar Giske á Facebook-vanga sínum.

Hann hevur verið sjúkrameldaður síðan 22. desember. Tað var tá hann alment harmaðist um atburð sín.

Gisle viðgekk tá, at hann hevði uppført seg óhóskandi. Hann harmaðist eisini um, at einstakir persónar høvdu upplivað hann sum óhóskandi og ódámligan, skrivar Ritzau.

Les eisini: Arbeiderpartiet rakt av máli um kynsligan ágang