Frakland skal royna at steðga Noru Mørk og hinum á norska liðnum í finaluni í dag. (Mynd: EPA)

Norra favorittur at endurvinna HM

Agnar Frederiksen

17.12.2017 - 14:15

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Heimsmeistaraheitið í hondbólti hjá kvinnum verður avgjørt seinnapartin. Tað er ímillum Norra og Frakland, at slagið skal standa í Hamburg.

Tað er eingin ivi um, at favorittleikluturin liggur hjá norsku kvinnunum. Tað mesta av heari øldini hevur Norra verið heilt í toppinum av altjóða kvinnuhondbólti, og Norra hevur vunnið tvey tey seinastu EM-heitini, og verja í dag heimsmeistaraheitið frá 2015. 

Eftir fýra sigrar útav fýra møguligum, tapti Norra ímóit Svøríki í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Men síðani hevur norska liðið trumla alla mótstøðu niður. Tað er gingið útyvir Spania, Russland og seinast Holland. Sigranir hjá Norra hava verið við ávíkavist 8, 17 og 9 málum, so tað kann róliga sigast, at Norra er í einum góðum stima og kemur inn til finaluna við sjálvsálitið.

Meðan Norra hevur verið flúgvandi í knock-out dystunum hevur Frakland vunnið teprar sigrar allan vegin. Eftir eitt 2.pláss í bólkinum, vunnu fronku kvinnurnar við trimum málum á Ungarn og síðani Montenegro, áðrenn Frakland vann 24-22 í einari spennandi hálvfinalu  á Svøríki fríggjakvøldið. Nú bíðar so stóra uppgávan í finaluni. Frakland fekk bronsu til EM fyri einum árum síðani, og silvur til OL í Rio í 2016. Einasta gullið í stórar kapping hjá liðnum kom í 2003, tá Frakland vann heimsmeistaraheitið. 

Norra hevur toppskjúttan í kappingini: Høgra bakkin Noru Mørk, ið hevur skotið 59 mál í Týsklandi. Norra hevur eisini tann málverjan í kappingini, ið hevur best bjargingarprosent: Veteranin Katrine Lunde, ið hevur tikið 45 % av skotunum ímóti sær. Tað er generelt nógv sum talar fyri, at Norra aftur kann lyfta eitt steyp seinni í dag, og tað er sambært viðmerkjarum, veddingarfyritøkum o.ø. Men tað er tó lagt upp til eina spennadi finalu, har ein av høvuðsspurningunum er: Megnar Frakland at fylgja við leikferðini hjá norska liðnum.   

Finalan byrjar kl.16.30, og kann síggjast á danska TV2.

Í løtuni verður bronsudysturin leiktur. Har er Holland á odda 14-8 ímóti Svøríki í hálvleikinum.