Norra játtar pengar til oljuleiting í Íslandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

16.12.2017 - 17:32

Oljan >


Norska Stórtingið samtykti nú um dagarnar uppskot frá stjórnini at játta 30 mill. kr. til oljuleiting á íslendska landgrunninum nærhendis norsku oynni Jan Mayen. Kortini er ein stórur meiriluti í Stórtinginum ímóti hesi oljuleitingini skrivar Aftenposten. Við hesi upphædd hevur norski staturin gjøgnum Petoro játtað 70 mill. kr. til oljuleiting á íslendska landgrunninum. Seinasta játtaða upphæddin skal brúkast til at skjóta seismikk í 2018. Tá úrslitið av teimum kanningunum fyriliggur verður støða tikin til, um farast skal víðari. Umframt Petoro er eitt íslendskt oljufelag og kinesiska CnoocNexen við í loyvinum.

Sum skilst fer at koma uppskot í Stórtingið um, at norski staturin ikki skal reka oljuvirksemi á íslendska landgrunninum. Víst verður á tað løgna í, at um somu tíð sum oljufeløg ikki sleppa at leita í norska partinum av Jan Mayen, so luttekur norski staturin í oljuleiting bara nakrar fáar kilometrar á íslendsku síðuni av Jan Mayen.

Tað er almenna norska oljufelagið Petoro, sum umsitur 25% av einum loyvi á íslendska landgrunninum. Umráðið hevur mark til norska økið. Orsøkin er ein meira enn 25 ára gomul avtala um at troyta tilfeingið í økinum. Hildið verður at olja finst báðumegin Jan Mayen.

Norskir politikarar vísa á, at Petoro varð stovnað fyri at taka sær av tí almenna partinum av oljuvirkseminum á norska landgrunninum og ikki til at fremja oljuleiting í íslendskum øki.