Norra setir met við sølu av gassi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

12.01.2018 - 17:51

Oljan >

Sølan av gassi frá norska landgrunninum hevur ongantíð verið so høg sum í 2017, tá framleiðslan av olju kortini minkaði. Men samlaða framleiðslan av kolvetnum hækkar tó fjórða árið á rað skrivar Shipping Watch við norska Oljudirektorarinum sum keldu.

Metingar vísa, at vøksturin fer at hadla fram komandi árini fram til 2023 og fer møguliga at røkka metárinum 2004. Til ta tíð fer gass at fevna um helvtina av framleiðsluni.

”Høgu metingarnar eru góðar fyri øll, sum síggja fyri sær virðisøking í Norra", sigur Bente Nyland, oljustjóri í Oljudirektoratinum.

Við árslok 2017 vóru 85 framleiðandi olju- og gassfelt á norska landgrunninum. Fimm av teimum fóru undir framleiðslu í 2017. Um somu tíð vórðu latnar inn ætlanir um útbyggingar og rakstur av 10 nýggjum verkætlanum, meðan aðrar 10 eru undir útbygging sigur direktoratið í eini fráboðan. Og fyri at framleiðslan kann halda fram við at vaksa eftir 2025 er tørvur á uppaftur meira, sigur Bente Nyland:

”Tørvur er á at brúka fleiri lønandi ressursir, eisini í stórum fundum. Tí halda vit, at leitingin bæði í búnum økjum og í litið kannaðum økjum, eigur at økjast."

Sparingarnar í ídnaðinum seinastu árini og hækkandi oljuprísur geva saman møguleikar fyri lønandi verkætlanum og sambært Bente Nyland, kunnu verkætlanir, sum verða góðkendar í dag, tola ein oljuprís uppá 30 til 40 dollarar fyri tunnuna. Oljudirektoratið roknar við, at íløgurnar í 2018 fara at liggja á sama støði sum í fjør og vera 122 mia. norskar kr. Í 2019 verður roknað við, at íløgurnar fara at hækka til 140 mia. norskar kr.