(Paul Trøjgaard Nielsen)

Norrøna nær ikki heim hesa vikuna

Ingi Samuelsen

17.10.2017 - 10:51

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Norrøna, sum fekk eitt brek á skrúvuna farna vikuskifti, nær ikki heim til Føroya í hesi vikuni.

Rúni Poulsen, stjóri á Smyril Line sigur við portal.fo, at avgerð nú er tikin um at avlýsa túrin heim hesa vikuna.

- Ferðafólkini, sum hava verið umborð, meðan Norrøna hevur verið dokkað í Landskrona, verða flogin heim til Føroyar í kvøld. Ætlanin er nú, at vit fara úr Landskrona beinleiðis til Hirtshals, haðani siglingin verður tikin uppaftur leygardagin, sigur stjórin í Smyril Line.

Orsøkin til at núverandi ferðafólkini ”verða flogin” heim í kvøld er, at túrurin úr Hirtshals leygardagin er fullsettur. Rúni Poulsen sigur tó, at tey vónandi finna eina loysn fyri tey ferðafólk, sum av onkrari orsøk ikki hava møguleika fyri at flúgva.

Tey fólkini, sum skuldu úr Føroyum hósdagin, verða kontaktað av Smyril Line í dag fyri at finna eina loysn.

Orsøkin til, at arbeiði er seinkað er, at luturin, sum gekk fyri, ein trekkstong til eina av skrúvunum, skal framleiðast av nýggjum. Upprunaliga varð hildið, at luturin kundi umvælast.